Kempaðu til tað seinasta

Tað endaði 33-24 til Danmark, men okkara taptu seinna hálvleik við bert einum máli. Í hálvleikinum var Danmark á odda 15-7, og eitt skiftið var Danmark á odda 24-12 í seinna hálvleiki, og tá byrjaði at síggja ljótt út, men føroysku kvinnurnar stríddust av øllum alvi til tað seinasta, tí hvørt mál taldi í mun til framtíðari styrkimetingar.

Rakul S. Wardum hevði eisini fleiri góðar bjargingar í málinum, og so endaði tað við tí higartil frægasta úrslitinum móti Danmark, ið er at rokna sum eitt av favoritt liðunum til at vinna EM-endaspælið. Danmark vísti eisini í løtum álopsspæl, verjuspæl og málverjuspæl í heimsklassa í dag, og tær vera aftur drúgvar í hesari kappingini. Í næstseinastu EM-undankappingini vann Danmark 39-19 og 26-15 á Føroyum. 

Føroyar høvdu í løtum trupuleikar við at umseta kjansir til mál, og skoraðu okkara bert upp á átta av 26 málmøguleikum í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki skoraðu Føroyar upp á 16 av 24 málmøguleikar, ið var munandi betri. Pernille Brandenborg stóð seg sera væl, og rundaði dystin av við at skjóta níggju mál. Brynhild Pálsdóttir fekk eisini fleiri góð mál seinastu løtuna av dystinum. 

Føroysku áskoðararnir vóru aftur í dag framúr góðir, teir stuðlaðu liðinum til tað allarseinasta.

Samanumtikið hevur verið talan um eitt framúr EM-endaspæl fyri Føroyar. Málið var at fáa stig og hetta eydmaðist og bíðar nú ein spennandi framtíð fyri kvinnulandsliðið.

Málskjúttar:
Pernille Brandenborg 9
Brynhild Pálsdóttir 5
Turið Arge Samuelsen 2
Súna Krossteig Hansen 2
Maria P. Nólsoy 2
Lív S. Poulsen 2
Jana Mittún 2. 

Málverjar: 
Rakul S. Wardum 7 bjargingar, 28 %
Annika Fríðheim Petersen 2 bjargingar, 15 %

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni