Søguligt EM-stig í hús

Við einari krútsterkari verju og frálíkum málverjaspæli frá Anniku Fríðheim Petersen, fekk føroyska kvinnulandsliðið fyrsta stigið í einum EM-endaspælið. Kroatia og Føroyar leiktu javnt, 17-17, eftir hálvleiksstøðuna 9-8 til Kroatia.

Dysturin gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men vóru tað kroatar, sum vóru frammanfyri. Føroyska verjan stóð væl saman við Anniku Petersen í málinum, men kundi úrtøkan í hinum endanum verið betri, har ov nógvir møguleikar vóru brendir. Álopsspælið var tó tolið og komu okkara til góðar kjansir. Færri tekniskar villur vóru, í mun til dystin móti Sveis, og gjørdi hetta at Kroatia ikki komu lætt til málini í hinum endanum. Jana Mittún var aftur berandi í føroyska álopinum, og arbeiddi hon knallhart fyri at finna hol og loysnir dystin á tamb. Liðini fóru til hálvleiks við 9-8 til Kroatia.

Seinni hálvleikur bylgjaði aftur og fram. Føroyar høvdu ilt við at fáa fatur á strikuspælinum hjá Kroatia fyrstu løtuna, men fingu Pernille og Brynja í miðverjuni so líðandi fatur. Kroatia fekk bara 8 mál í seinna hálvleiki, og var tað miðverjan og málverjin, sum áttu stóra leiklutin í hesum og sigrinum sum heild, eitt framúr avrik. Seinastu 10 minuttirnar lá dysturin meira til føroyska liðið, men brend brotskøst, skot á stengur og yvirleggjara gjørdi, at tað ikki til meira enn tað eina stigi. Dysturin endaði 17-17.

Eftir dystin var eingin ivi um, hvør skuldi kjósast sum dagsins leikari. Tað vitna tey fáu 17 málini hjá Kroatia um. Annika Fríðheim Petersen var sum ein múrur saman við føroysku verjuni og hevði hon 17 bjargingar, 55% av samlaðu skotunum.

Eitt fantastiskt avrik av okkara kvinnum móti Kroatia, sum vunnu EM-bronsu í 2020. Føroyar skulu nú møta Danmark í næsta dysti. Hesin verður týsdagin kl. 17.00, føroyska tíð.

Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 2-4
15 min: 4-6
20 min: 6-8
25 min: 7-8
30 min: 8-9
35 min: 10-11
40 min: 12-13
45 min: 14-15
50 min: 15-15
55 min: 17-16
60 min: 17-17

Málskjúttar: 
Turið Arge Samuelsen 5
Jana Mittún 5
Pernille Brandenborg 4
Anna Eisabeth Halsdóttir Weyhe 2 (2)
Súna Krossteig Hansen 1 mál

Málverjar: 
Annika Fríðheim Petersen 17 bjargringar, 55%
Rakul Wardum 1 bjarging, var inni til trý brotskøst.

Kyndil føroyameistarar 2026

6. mai 2026

Kvinnurnar hjá Kyndli tryggjaðu sær í kvøld SMS FM-heitið 2026, hetta eftir fjórðu finaluna móti VÍF. Hetta er 10. FM-heitið hjá kyndlakvinnum.

Mánadagin, 4. mai kl. 10.00, koma føroysku EM-atgongumerkini til sølu

3. mai 2026

Ætlar tú til Katowice í desember 2026 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri kvinnur, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Spodek arena?

Sendistovan nú stórstuðul hjá HSF

29. apríl 2026

Hondbóltssambandið og Sendistovan hava longt stuðlasamstarvið. Sendistovan, sum hevur verið stuðul hjá HSF í góð 10 ár, er nú vorðin stórstuðul.

Ein loysn frá Sendistovuni