Fyrstu prógvini handaði

Fríggjadagin vóru fyrstu prógvini í nýggju føroysku venjaraúbúgvingini handaði. Talan var um 25 venjarar, sum høvdu staðið stig 1.1.

Fyrsta stigið í venjaraútbúgvingini byrjaði í heyst, har endamálið var at geva luttakarum amboð til, hvussu man skipar eina góða barnavenjing, og hvussu man tryggjar eitt gott hondbóltsumhvørvi, har børnini trívast og mennast. Skeiðið var skipað við online tilfari og trimum samlingum. Komandi fríggjadag fær hin helvtin av luttakarunum á stig 1.1. eisini prógv.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni