Bláa kortið tikið aftur

Dómaranevndin boðar frá, at dómararnir og eygleiðarin í dystinum sunnudagin millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum, hava viðgjørt bláa kortið, sum var víst Marjun Danberg við dystarlok, saman við reglutulki HSF´s.

Boðað verður frá, at bláa kortið verður tikið aftur og sostatt ikki beint víðari til aganevndina.

Vanliga mannagongdin, tá blá kort verða givin er, at dómararnir senda frágreiðing til reglutulk HSF´s, sum saman við dómarunum og møguligum eygleiðara, meta um brotið skal beinast til aganevndin. Blá kort kunnu trekkjast aftur, og í hesum førinum var brotið mett at hoyra undir spælireglu 8:9e, sum skal geva reytt kort, ikki blátt.

Eygleiðarin til dystin, Dánjal Samuelsen, viðmerkir, at hann bað dómararnar geva blátt kort, tí støðan beint eftir hendingina var eitt sindur ógreið. Hetta fyri at tryggja, at tað var møguligt at nýta annan regul enn 8:9e, um aðrar umstøður eisini spældu inn, t.d. hevnisøka ella tilvitað atgerð. Uttan bláa kortið, hevði tað ikki verið møguligt.

8:9 sigur fylgjandi:
Grov usportslig opførsel, der skal straffes med en diskvalifikation:

8:9 Visse former for usportslig opførsel anses for så alvorlige, at de skal straffes
med en diskvalifikation. Følgende er eksempler på en sådan opførsel:
e) hvis en frikastskytte rammer en forsvarsspiller i hovedet.

Forudsætningen for en diskvalifikation i denne situation er, at forsvarsspilleren ikke bevæger sit hoved i retning af bolden;
Kommentar:
Ved et straffekast eller et frikast er det skyttens ansvar ikke at bringe målmanden
eller forsvarsspilleren i fare.

Hendan reglan gevur beinleiðis reytt kort, men er ikki neyðugt til frágreiðing viðv. møguligum leikbanni. Tað hevur ikki týdning, nær brotið er farið fram í dystinum, í hesum førinum við 60.00.

Talan kundi verið um at nýtt eitt nú regul 8:6 (Diskvalifikation pga. en særlig hensynsløs, særlig farlig, overlagt eller grov handling med skriftlig indberetning).

Eftir stutta umrøðu millum eygleiðara og dómarar, var staðfest, at eingin orsøk var til at hevja regul 8:9e til 8:6, og tí verður bláa kortið strikað.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni