Málverjadagar í heystfríðtíðini

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Á skránni vera framløgur, undirvísing, teknisk og taktisk venjing saman við øðrum málverjum.

Mánadagin, 12. oktober, er venjing er fyri málverjar, ið eru føddir millum 2012 og 2013.

Týsdagin, 13. oktober, er venjing fyri málverjar, ið eru føddir millum 2014 og 2015.

Tað eru Mladen Mjerimacka, HSF málverjamennarim, saman við málverjavenjarum hjá ungdómslandsliðunum, ið skipar fyri degnum.

Skeiðið kostar 195 kr., íroknað máltíð, og kann keypast her:

2012 og 2013
https://hsf.atgongumerki.fo/webshop/event/3765673/order/info

2014 og 2015
https://hsf.atgongumerki.fo/webshop/event/3767863/order/info

Luttakararnir skulu sjálvir hava bólt og drekkidunk við.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni