Stór European Cup vika

Spennandi European Cup vika er fyri framman fyri kvinnuliðini hjá Neistanum og H71. Neistin skal av landinum og møta tær KHF Samadrexha í Kosovo, meðan H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini. Í báðum førðunum liggja dystirnir fríggjadagin og leygardagin.

Dystirnir liggja soleiðis, talan er um føroyskar tíðir:
Fríggjadagin 2. oktober kl. 17.00 KHF Samdrexha – Neistin
Fríggjadagin 2. oktober kl. 19.00 HB Dudelange – H71
Leygardagin 3. oktober kl. 17.00 Neistin – KHF Samdrexha
Leygardagin 3. oktober kl. 19.00 H71 – Dudelange

VÍF luttekur eisini í European Cup hjá kvinnum, men liggja teirra dystir í næstu viku, fríggdagin 9. og sunnudagin 11. oktober. VÍF møta KHF Ferizaj úr Kosovo, har báðir dystirnir verða leiktir í Kosovo.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni