FM-finalistarnir funnir

Tað verður VÍF og Kyndil hjá kvinnum og Neistin og H71 hjá monnum, sum hittast í finalunum um føroyameistaraheitið. 

Tað gjørdist greitt um páskirnar, tá vágskvinnur og Kyndilsmenn snávaðu og harvið mistu stigini, ið skuldu til, fyri at hava nakran møguleika at røkka einum finaluplássi.

Hjá kvinnum er VÍF á fyrsta plássi við 38 stigum og hevur tríggjar dystir eftir at spæla, meðan Kyndil hevur 34 stig og tveir dystir eftir.

Hjá monnum er størri spenningur um fyrsta plássið, tí Neistin og H71 hava hvør síni 33 stig og tveir dystir eftir. Um javnt verður í stigum, verður avgjørt eftir innanhýsis úrslitunum millum liðini í landskappingini. Har hevur H71 fyrimunin. Tveir teir fyrstu dystirnir endaðu við javnleiki, í triðja dysti vann H71 32-25 og í fjórða vann Neistin 24-23.

Tann, sum verður nummar eitt í landskappingini avgerð hvør fær fyrsta heimadystin.

Fyrstu finalurnar eru mikudagin 18. apríl ella hósdagin 19. apríl, seinnu leygardagin 21. apríl og møguligu triðju finalurnar eru sunnudagin 22. apríl.

 

 

Lýsing eftir málverjamennara

24. apríl 2024

Føroyskur hondbóltur hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Stóra menningin í spælinum setur alsamt størri krøv til eitt nú verjupartin í spælinum. Ásannandi tørvin at stimbra og menna málverjaumhvørvið í føroyskum hondbólti, søkir HSF eftir einum málverjamennara.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

19. apríl 2024

Hesir 16 skulu møta Norðurmakedonia og spæla um eitt pláss í HM-endaspælinum.

Danmark, Sveis, Kroatia og FØROYAR

18. apríl 2024

Basel í Sveis verður heimstaðurin hjá føroyingum til EM-endaspælið hjá kvinnum í november/desember. Føroyar komu í bólk D saman við grannum okkara úr Danmark, vertunum Sveis og Kroatia.