Lýsing eftir málverjamennara

Føroyskur hondbóltur hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Stóra menningin í spælinum setur alsamt størri krøv til eitt nú verjupartin í spælinum. Ásannandi tørvin at stimbra og menna málverjaumhvørvið í føroyskum hondbólti, søkir HSF eftir einum málverjamennara.

Starvið
Yvirskipaða uppgávan hjá málverjamennaranum verður at samskipa, menna og arbeiða við átøkum/tiltøkum, sum styrkja um málverjapartin í føroyskum hondbólti bæði nú og serliga frameftir.

Í hesum sambandi eru fleiri ítøkiligar uppgávur, m.a.:

  • At vera partur av leikaramenningini hjá HSF, og hava ábyrgd av málverjapartinum,
  • At skipa fyri málverjaskeiðum, bæði fyri málverjar og málverjavenjarar,
  • At seta í verk eina skipaða málverjavenjing, og savna saman málverjavenjingar,
  • At vegleiða og hjálpa feløgunum í sambandi við málverjavenjingar,
  • At leggja lunnar undir eitt mennandi umhvørvi fyri málverjar og málverjavenjarar.

Málverjamennarin skal skipa arbeiðið í samstarvi við ítróttarstjóran hjá HSF. Arbeiðistíðin er á leið 8 tímar um vikuna, men kann hetta vera skiftandi alt eftir, hvat virksemi er á skránni.

Starvið verður skipað og lønt eftir avtalu innanfyri karmarnar fyri ítróttasamsýning.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Tað er týdningarmikið, at tú brennir fyri málverjapartinum, ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga. Royndir innan málverjupartin er eitt krav, antin sum málverji ella málverjavenjari.

Umsókn og nærri kunning
Umsóknir kunnu sendast til mark@hsf.fo, í seinasta lagi 12. mai 2024. Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við ítróttarstjóran hjá HSF, Mark Lausen-Marcher, tlf. 231981, teldupostur mark@hsf.fo.

EM-endaspælið staðfest

9. apríl 2026

Við tað at Montenegro sigraði 34-26 á Portugal í kvøld, er tað endaliga staðfest, at føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg til EM-endaspælið.

Sámal Paulason – trumman, ið ber landsliðið fram

9. apríl 2026

Tá føroyska kvinnulandsliðið fór á vøllin í gjár, var tað ikki bara spælið, sum merkist, tað var eisini stemningurin rundanum. Mitt í hesum stóð Sámal Paulason, við trummuni í hond, og skapti ein stemning fyri bæði spælarar og áskoðarar.

Gallaveitslan 2026

9. apríl 2026

Gallaveitslan 2026 verður leygardagin 23. mai kl. 18.00 í Varpinum í Klaksvík við Stjørnuni sum fyriskipara.

Ein loysn frá Sendistovuni