H71-menn føroyameistarar 2024

H71-menn tryggjaðu sær í kvøld Burn FM-heitið 2024 eftir fjórðu finaluna móti KÍF. H71 blivu nummar tvey í grundspælinum, men hava verið best í endaspælinum. H71 hava nú vunnið tríggjar av fýra finalum móti KÍF og kunnu rópa seg føroyameistarar 2024.

Dysturin í kvøld lá til H71 frá byrjan, men góvu kollfirðingar ongantíð upp. Hóast H71 vóru frammanfyri 21-14 í hálvleikinum, so komu kollfirðingar aftur og var munurin bert trý mál, 26-23, 10 minuttir inn í seinna hálvleiki. H71 megnaðu tó at halda seg frammanfyri við nøkrum málum restina av dystinum, og kunnu nú rópa seg føroyarmeistarar. Tað er merkisvert, at miðalaldurin á H71-liðnum einans er góð 20 ár.

Úrslitini í finalunum vóru hesi:
21.04.24 H71 – KÍF 31-28
24.04.24 KÍF – H71 24-23
27.04.24 H71 – KÍF 39-36
01.05.24 KÍF – H71 32 – 37

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni