175 leikarar til leikaramenning

Í vikuskiftinum vóru heili 175 leikarar úr øllum landinum til HSF-leikaramenning við Streymin, har venjing var í høllini og gisting í skúlanum. Leikaramenningin var fyri gentur og dreingir fødd í 2008 og 2009.

Leikararnir vóru saman til hondbóltsvenjing, framløgu um styrkivenjing og spæliætlan, skaðafyribyrgjandi venjing og málverjavenjing. Venjingarnar í leikaramenningini byggja á og fylgja føroyska leistinum og læruætlanini hjá HSF. Eisini verður dentur lagdur á samansjóðing og toymismenning millum feløg og kyn.

Fleiri landsliðsvenjarar luttóku sum gestvenjarar og Sebastian Christensen helt framløgu um kropsliga venjing. Venjarar hjá gentunum føddar í 2008 og 2009 er David Edvardsen, meðan Terji Mørk venur dreingirnar føddir 2008 og 2009.

Hetta er níggjunda árið á rað, at HSF skipar fyri leikaramenning. Hesi árini hevur HSF ment og tillagað tilboðið, sum er ætlað sum eitt ískoyti til dagligu venjingina í feløgunum.

Vikuskiftið var fyriskipað í samstarvi við EB og skulu tey hava eina stóra tøkk fyri eitt væleydnað vikuskifti í Skúlanum við Streymin.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni