Workshop við Henriette Mikkelsen

Hondbóltur er ein fjøltáttað ítróttargrein, sum krevur serligar førleikar til ymsu plássini á vøllinum. Fyri at kasta ljós á og menna hesar førleikar, fer HSF at skipa fyri einum skeiði fyri vengur saman við fyrrverandi danska landsliðsleikaranum og OL-vinnaranum Henriette Mikkelsen og Mads Møller, venjara.

Henriette Mikkelsen spældi 81 dystir á danska landsliðnum í árunum 2002-2008 og skeyt 346 mál. Henriette vann OL-gull og EM-silvur í 2004.

Skeiðið er fyri fyri vengur á A-landsliðnum og ungdómslandsliðunum á kvinnusíðuni. Á skeiðinum verða fyrilestrar,venjing og samrøður um hvussu og hvat skal til fyri at gerast ein góður vongur. Hóast skeiðið og venjingarnar bert eru fyri A- og U-landsliðsleikarar, kunnu allir venjarar, leikarar og áhugaði annars luttaka sum eygleiðarar bæði til fyrilestarar og venjingar.

Skeiðið verður í Hoyvíkshøllini 16. og 17. oktober. Yvirskipaða skráin sæst her:

Fríggjadagur 16. oktober:
17.00 Upplegg við Henriette Mikkelsen
(Lívsleiðin, hvat skal til, á hvønn hátt er tað serstakt at vera vongur, o.a.)
18:00 Steðgur
19:00 Venjing 1
20:30 Samanumtøka við venjarum
21:00 Liðugt

Leygardagur 17. oktober:
09:00 Upplegg við Mads Møller (venjari)
(Hvussu mennir man vengur, teknisk krøv o.s.fr.)
09:45 Venjing 2
11:00 Samanumtøka við leikarum

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni