Fjórðingsfinalan ikki leikt í dag

Fjórðingsfinalan í European Cup millum HC Galychanka Lviv og H71 er fyribils útsett.

Tað eydnaðist ikki pørtunum at finna eina loysn og semju um, hvussu dysturin kundi avgreiðast. Hetta hevur EHF boðað frá í dag.

H71 kundi ikki ferðast til Lviv, tá danska og føroyska uttanríkisráðið ráddi øllum donskum og føroyskum borgarum um at sleppa sær úr Ukraina fyrradagin. Royndir vóru gjørdar at fáa dystin avgreiddan í Póllandi, men hetta bar ikki á mál. EHF tekur málið til viðgerðar aftur í morgin, mánadagin.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni