Skráin fyri Faxe Kondi steypafinalurnar

Komandi vikuskiftið verða Faxe Kondi steypafinalurnar í Høllini á Hálsi. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Finalurnar verða væl dekkaðar av fjølmiðlunum við sjónvarpi, útvarpi, stroyming og tekstafrásøgnum. Kringvarpið sendir mansfinaluna beinleiðis í sjónvarpinum og fer FM1 eisin at útvarpa dystin. Hartil verða skrivandi fjølmiðlarnir eisini á staðnum við tekstafrásøgn og videobrotum.

Sunnudagin kl. 20.00 verður European Cup dysturin millum H71 og HC Galychanka Lviv.

Allar ungdómsfinalur stroymdar á youtube síðuni hjá HSF:
Handball Faroe Islands – YouTube

Leiksskráin
Fríggjadagin 18. februar:
kl. 18.30 G16: H71 – Kyndil
kl. 20.00 D16: StÍF – H71

Leygardagin 19. februar:
kl. 09.00 G10B: H71 b – EB
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: StÍF b – H71 b
kl. 11.15 D12B: Tjaldur b – Kyndil a
kl. 12.10 G10A: H71 a – Neistin a
kl. 12.50 D10A: StÍF a – Neistin a
kl. 13.30 G12A: StÍF a – Neistin a
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
kl. 16.30 G18: Neistin – H71
kl. 19.00 Menn: Neistin – H71

Sunnudagur 20. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: VÍF b – EB a
kl. 14.30 D14B: ÍA – EB
kl. 15.30 G14A: VÍF a – H71 a
kl. 16.30 D14A: Neistin a – H71 a
kl. 17.30 D18 H71 – VÍF

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni