U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Simona Michelsen Kass, H71

Vinstri vengur:
Lea Mohr, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin

Høgri vengur:
Inga Maria Roysdóttir, H71
Karin Egholm, H71

Strikur:
Barbara Hammer, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Karina Debes Heinesen, Ajax København

Bakspælarar:
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð, H71
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Lukka Arge, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Inga Maria Joensen, H71
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

Kappingin verður hildin í Skopje í Norðurmakedonia í tíðarskeiðmum 30. juli – 10. august. Føroyar er komið í ein sterkan bólk, saman við Danmark, Portugal og Eysturríki. Til U17 EM í fjør gjørdist Danmark nr. 4, Portugal nr. 10 og Eysturríki nr. 14.

Les meira um kappingina her:
IHF | Competition Home Page

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni