H71 eru í áttandapartsfinaluni í European Cup. Tað er søguligt í føroyskum manshondbólti, og hava mennirnir í Hoyvík nú gjørt H71-kvinnunum eftir, sum eisini komu í áttandaparstfinaluna í 2023. H71 vunnu tilsamans 62-61 móti KPR Ostrovia úr Póllandi.
Báðir dystirnir vóru leiktir í Hoyvíkshøllini og vunnu H71 fyrra dystin 33-31, meðan pólska liðið vann hin seinna 30-29, sostatt 62-61 tilsamans. Talan er um eitt sterkt pólskt lið, sum liggur í løtuni nummar 4 í pólsku kappingini í løtuni.
H71 eru nú í áttandapartsfinaluni í European Cup. Lutakastið um næsta umfarið verður í næstu viku. Áttandapartsfinalurnar verður leiktar í viku 6 og/ella 7 í februar.


Credit photo AVAphotography.fo
