U16 klárar til European Open

Føroysku U16-kvinnurnar skulu í komandi viku kappast í European Open í Gøteborg í Svøríki.

Sunnudagin fer liðið avstað úr Føroyum til Svøríkis, har tær hava fyrstu tveir dystirnar mánadagin.

Skráin fyri bólkaspælið sær soleiðis út:
Mánadagin 4. juli kl. 09.15 Svøríki – Føroyar
Mánadagin 4. juli kl. 15.30 Føroyar – Montenegro
Týsdagin 5. juli kl. 10.00 Føroyar – Hollandi

Allar tíðir eru føroyskar.

Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður leikt millumrunda og síðani plaseringsdystir. Allir dystir verða stroymdir á ehftv.com

Føroyska liðið hevur fyrireika seg væl. Liðið hevur vant nógv saman og var í Íslandi herfyri, har liðið leikti tveir tættar dystir móti Íslandi. Í vikuni var liðið eisini á team-building túri í Vestmanna, har venjing og ymiskt sosialt var á skránni.

Venjarar hjá føroysku U16-kvinnunum eru Agnar Joensen og Kristinn Guðmundsson.


Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni