U15 kvinnur: 26-22 tap fyri Íslandi

Hóas tap, so spældu føroysku U15-kvinnurnar ein fínan landsdyst móti Ísland. Talan var um teirra fyrsta landsdysti. Ísland vann dystin 26-22, eftir hálvleiksstøðuna 12-9.

Føroyska liðið byrjaði væl í verjuni við flytførðum og ágangandi verjuspæli og einari vælleikandi Lý Haraldsdóttir í málinum. Í álopinum spældi føroyska liðið skjótt spæl, ein móti einari. Føroyska liðið var frammanfyri fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men ernaðust tær íslendsku so lýðandi og komu fram um eftir 19 minuttir, tá tær høvdu fleiri góðum langskotum. Føroyska liðið misnýtti heldur nógvar møguleikar og gjørdi hetta, at tær íslendsku kunda fara til hálvleiks frammanfyri 12-9.

Føroyska liðið spældi seg spakuliga uppaftur og um miðjan seinna hálvleik, ta var bara eitt mál á muni aftur. Amilia Agnarsdóttir var ein støðug hóttan í álopinum við bæði gjøgnumbrotum og langskotum. Tað var tó ísland, sum hevði munin seinasta 15 minuttirnar og vunnu tær at enda 26-22.

Liðini møtast aftur í Vestmanna í morgin kl. 15.00. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Amilia Agnarsdóttir 10
Bára í Innistovu 4
Anna á Borg 3
Vár Leo Mortansdóttir 1
Valbjørg Davidsen 1
Leona Kjærbæk 1
Elinborg Dávadóttir 1

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

Ein loysn frá Sendistovuni