Claus Mogensen nýggjur kvinnulandsliðsvenjari

Nýggjur venjari er settur til a-landsliðið hjá kvinnum. Talan er um danan Claus Mogensen.

Claus er 50 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum venjari í bæði donskum, norskum og turkiskum hondbólti. Claus hevur vunnið tvey silvurmerki við Byåsen í bestu norsku kvinnudeildini og var valdur til ársins venjara í Noreg í 2016. Claus vandi kvinnurnar hjá København Håndbold frá 2016-2022, har hann eisini vann danska meistarheitið í 2018. Claus verður venjari hjá Horsens komandi kappingarár, samstundis sum hann verður venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

Claus viðmerkir til nýggju uppgávuna, ”jeg er meget glad og beæret over at få muligheden for at træne det færøske landshold. Færøerne har de seneste år udviklet en håndboldeufori, der er meget få lande forundt. Med det i tankerne og den flotte udvikling håndbolden har haft på få år gør, at jeg tror, vi kan gå i herrernes fodspor og inden for få år sikre os deltagelse ved et mesterskab.”

Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, viðmerkir, ”vit eru serstakliga glað fyri, at tað hevur eydnast at fáa Claus Mogensen sum venjara til kvinnurnar. Úrslitini hjá Claus tala fyri seg og halda vit, at hann er ein venjari, sum flyta kvinnulandsliðið næstu stigini. Claus er ein forvitin og modernaður venjari, sum riggar væl til okkara spælistíl og sum kann vera við til at menna okkara ungu landsliðsleikarar.”

Claus tekur við starvinum við dags dato og hevur fyrstu venjingarnar saman við kvinnulandsliðnum í komandi viku. Sáttmálin er í fyrstu atløgu galdandi til 1. januar 2026.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni