Stórfingin gáva

Stórfingna gávan frá Betri Stuðul tryggjar, at grundleggjandi virksemið hjá HSF ikki verður ávirkað av EM-luttøkuni hjá manslandsliðnum í Berlin í 2024.

Í síðstu viku varð kunngjørt, at Betri Stuðul hevur latið HSF gávu áljóðandi 2,5 milliónir kr. í sambandi við EM-endaspælið hjá monnum í hondbólti. Í tíðindaskrivið hevur Aslaug Gisladóttir, forkvinna í Betri Stuðul, greitt frá, at tað, at A-landsliðið hjá monnum hevur spælt seg í EM-endaspælið er ein stórhending, ið krevur, at vit øll standa saman. EM-luttøkan er vorðin veruleiki – men tað er ein dýrur veruleiki,tí fær Hondbóltssambandið nú hálvatriðju millión frá Betri Stuðul at nýta í sambandi við EM.

–  Vit í HSF vilja gjarna nýta høvi til at takka fyri gávuna, sum vit sjálvsagt eru ovurfegin um at hava móttikið frá Betri Stuðul, viðmerkir Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF. Eitt EM-endaspæl hevur nógvar eyka útreiðslur við sær fyri HSF, og hendan gávan ger, at EM-endaspælið ikki hevur við sær, at vit mugu seta sparingar í verk á øðrum økjum. Arbeiðið hjá feløgunum, leikaramenningin og ungdómslandsliðini eru grundarlagið undir okkara A-landsliðsvirksemi, og tað er sjálvsagt avgerandi fyri víðari menningina av føroyskum hondbólti, at tað ikki verður neyðugt at slaka í hesum arbeiðinum. Gávan frá Betri Stuðul er við til at tryggja hetta.

Gunn Ellefsen leggur afturat, at vit í HSF somuleiðis eru sera takksom fyri, at stuðlarnir hjá HSF í hesum tíðarskeiðnum, síðani tað bleiv greitt, at A-landsliðið hjá monnum skal spæla EM-endaspæl í januar, eisini hava játtað at økja munandi um teirra stuðul til HSF.

Í HSF eru vit sannførd um, at hetta verður ikki síðstu ferð, at okkara A-landslið fara at spæla seg til endaspøl, og tá vit ikki kunnu rokna við á hvørjum ári at fáa slíkar gávur, sum hesa vit nú hava fingið frá Betri Stuðul í sambandi við EM-luttøkuna í 2024, er tað púra avgerandi, um vit í Føroyum vilja taka av hesum møguleikanum hjá okkara hondbóltsspælarum at kappast við tey bestu í heimunum, at tað almenna alt fyri eitt økir játtanina til føroyskan ítrótt.

Gávan frá Betri Stuðul tryggjar, at EM-luttøkan í Berlin í 2024 ikki fer at hava eina negativa ávirkan á menningina av føroyskum hondbólti sum heild, men um tað almenna letur standa til, kann úrslitið gerast, at komandi endaspøl fara at forkoma tí ómetaliga stóru framgongdini, sum hevur verið í føroyskum hondbólti tey seinastu árini.

Vit eru ómetaliga errin av at umboða Føroyar á hægsta altjóða stigi og tí savnandi megi, sum liggur í ítróttarbrøgdum. Hetta er tó fíggjarliga avbjóðandi fyri ítróttagreinarnar og má tí landspolitiska skipanin uppraðfesta at stuðla føroyskum ítrótti við einari munagóðari øking næstu árini.


Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni