U17-kvinnur: Javnleikur 27-27

Eftir eitt-máls tapið í gjár, gjørdist aftur talan um ein sera spenanndi U-17 dyst í dag millum Føroyar og Ísland. Dysturin endaði javnur 27-27, eftir at Ísland hevði verið frammanfyri 15-9 í hálvleikinum.

Føroyska liðið byrjaði dystin illa og komu afturum 7-3 eftir 10 minuttir. Føroyska liðið gjørdi nógv mistøk í álopinum og vóru íslendsku kvinnurnar skjótar at revsa við skjótálopum. Íslendska verjan stóð væl og høvdu okkara ilt við at koma til góðar kjansir. Føroysku venjararnir, Ingi Olsen og Agnar Joensen, royndu at gera ymsar broytingar, men illa gekst at finna rætta stevið. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 15-9 til Íslands.

Føroyska liðið sýndi betri spæl í seinna hálvleiki. Sára Hórðará kom inn og gjørdi veruliga mun í føroyska álopinum. Tá hálvleikurin var hálvrunnin, høvdu okkara minkað um munin niður í trý mál og stutt fyri leiklok javnaðu okkara. Føroyar høvdu seinasta álopið og kundu avgjørt dystin til okkara fyrimuns, men ein miskiljing í álopinum spilti spælið og dysturin endaði javnur 27-27.

Rakul Borgarlíð Joensen var, eins og í gjár, toppskjútti hjá Føroyum. Í dag skjeyt hon 9 mál og var hon helst besti føroyski leikarin yvir teir tveir dystirnar.

Føroyska liðið skal aftur í eldin í august, tá liðið skal til Asarbajan at spæla EHF Championship. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Luksemborg, Ísrael og Grikkalandi.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rakul Borgarlíð Joensen 8
Sára Hórðará 4
Agatha Djurhuus 3
Martha Højgaard 3
Sára Berg á Lag 2
Silja Eystberg 2
Katrin Hansen 2
Joan Johannesen 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Karinbeth Kjæbæk 1

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni