Sideline verkstova

Herfyri skipaði HSF fyri verkstovu í XPS Sideline, sum er talgilt greiningaramboð til hondbólt og aðrar ítróttagreinar.

Jack Scott úr Australia var skeiðshaldari. Jack undirvísti og gekk ígjøgnum ymsu funkurnar í Sideline, herundir videogreining, hagfrøði, kalendari o.a.

Luttakarar vóru landsliðsvenjarar og venjarar úr føroysku feløgunum.

Endamálið við at brúka Sideline er styrkja um førleikarnar at greina og brúka dáta og harvið betra um góðskuna í hondbóltsspælinum. Í brátt farna kappingarárið vóru allir dystir í Burn og SMS deildini kliptir til at brúka hjá leikarum, venjarum og feløgum. Ætlanin er at halda fast við hesum og at styrkja um førleikarnar at brúka Sideline.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni