U17-kvinnur: Hesar skulu til Aserbadjan

Venjararnir Agnar Joensen og Ingi Olsen hava úttikið hesar 16 leikarar til U17 EHF Championship í Aserbadjan í august.

Málverjar:
Maria Beder, H71
Gylta á Neystabø, Kyndil

Vinstri vengur:
Sára Berg á Lag, H71
Helena Dahl Magnusardóttir, H71

Høgri vengur:
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Joan Johannesen, Kyndil

Strikur:
Agatha Djurhuus, VB
Karinbeth Kjærbæk, Kyndil
Marjun Jansdóttir, Kyndil

Bakspælarar:
Ró Reginsdóttir, Kyndil
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Katrin Hansen, Kyndil
Elida Joensen, H71
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Sára Sóleyðardóttir Hórðará, VÍF
Marta Højgaard, H71

Málverjavenjari er Viviann Petersen, fysioterapeut er Caroline Olsen og liðleiðari Angilie Joensen.

Kappingin verður leikt í Baku í Aserbadjan í tíðarskeiðmum 5. – 13. august. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Luksemborg, Grikkalandi og Ísrael.

Innleiðandi leiksskráin sær soleiðis út:
Leygardagin 5. august kl. 8.15 Føroyar – Grikkaland
Sunnudagin 6. august kl. 12.45 Ísrael – Føroyar
Mikudagin 9. august kl. 10.30 Luksenborg – Føroyar
Hósdagin 10. august kl. 8.15 Føroyar – Spania

Allar tíðir eru føroyskar.

Les meira um kappingina her:
W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni