U21-menn: Føroyar víðari við sigri á Japan

Góða føroyska álopsspælið, við vælskorandi vengrum, var grundarsteinurin undir føroyska 39-34 sigrinum á Japan í dag. Hálvleiksstøðan var 21-17 til Føroyar.

Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna og fingu bæði liðini mál í nærum hvørjum álopi. Okkara høvdu ilt við at fáa fatur á fótfimu japanarunum í verjuni, og var hetta galdandi fyri stóran part av dystinum. Japanar skutu eisini væl útifrá og høvdu føroysku málverjarnir ikki bestu arbeiðstreytir og fingu ikki rættiliga fatur.

Í álopinum, hinvegin, gekk væl. Tað lá serliga væl fyri hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og hinum at spæla okkara vengur upp, sum vóru sera tryggir í teirra skotum. Janus Dam Djurhuus á vinstra vongi og Hákun West av Teigum gjørdu ávikavist 6 og 7 mál hvør í fyrra hálvleiki. Um miðjan fyrra hálvleiki vann føroyska liðið seg nøkur mál fram um. Aleksandar Lacok kom inn í føroyska og hevði nakrar bjargingar, og tá okkara so skoraðu nærum hvørja ferð, var hetta nokk til at okkara tóku leiðsluna við nøkrum málum. Elias á Skipagøtu var sera vælspælandi og royndu japanar eisini at mansverja hann, men okkara svaraðu aftur við at spæla 7 móti 6 og hepnaðist hetta eisini væl og japanar fullu aftur í verjuni. Hálvleiksstøðan var 21-17 til Føroyar.

Elias helt áfram í seinna hálvleiki og var allatíðina vandamikil. Okkurt hava Elias og hinir lært av japonskum hondbólti, tí tvær ferðir í dystinum gjørdu føroyingar ein sonevndar “japanara”, har vongurin fyrst verður spældur í luftuni, fyri síðani at spæla innaftur til miðjuna, sum eisini kemur í luftini. Tað gav mál báðar ferðir. Føroyska verjan fekk ikki fatur fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, men um miðjan hálvleik gekk betri og høvdu Føroyar eitt skifti eina leiðslu uppá 7 mál. Seinastu 10 minuttirnar ráddi um at halda leiðsluna og megnaðu okkara hetta og koyrdu sigurin heim við 39-34.

Eftir dystin var Hákun West av Teigum kosin besti leikari í dystinum. Føroysku vengurnir spældu sera væl í dag, har Hákun gjørdi 10 mál, Janus 6 og Pauli 1.

Næsti dystur hjá Føroyum er ímóti Spania. Tann dysturin er fríggjadagin kl. 19.15, føroyska tíð. KVF vísir dystin. Um Spania vinnur sín dyst móti Angola í dag, so verður dysturin móti Spania avgerandi fyri, hvør vinnur bólkin og hevur tvey stig við sær til meginumfarið, har mótstøðan verður Portugal og Brasil.

Lesið alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her:
IHF | Competition Home Page

Dystargongdin:
5 min. 4-3
10 min. 9-7
15 min. 13-10
20 min. 14-12
25 min. 18-14
30 min. 21-17
35 min. 24-19
40 min. 28-22
45 min. 32-26
50 min. 35-28
55 min. 36-31
60 min. 39-34

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 (2)
Hákun West av Teigum 11 (1)
Janus Dam Djurhuus 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Pauli Mittún 3
Ísak Vedelsbøl 2
Pauli Høj 1
Bjarni í Selvindi 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 21%
Aleksandar Lacok 43%

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni