Saman á flog

Atlantic Airways og Hondbóltssambandið hava longt sponsorsamstarvið, har Atlantic Airways er ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF.

Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic Airways, og Gunn Ellefsen, forkvinna í Starvsnevndini í HSF, hittust herfyri vesturi á flogvøllinum at skriva undir nýggja sáttmálan. Atlantic Airways hevur verið ein av trúgvu stuðlunum hjá HSF í meira enn 10 ár. Saman við teimum hava føroysku landsliðini ferðast út í alt Europa og verður ferðingin ikki minni komandi tíðina, nú okkara landslið vinna seg alsamt longri fram.

Jóhanna á Bergi viðmerkir til sáttmálan:
– Atlantic Airways hevur altíð stuðlað HSF og føroyskum landsliðshondbólti, og tað hevur verið stuttligt at fylgja við stóru menningini seinastu árini. Sum tjóðarflogfelag eru vit bæði glað og errin av at flúgva okkara dugnaligu hondbóltslið út í heim at umboða Føroyar. Nú stóra avbjóðingin við EM-endaspælinum stendur fyri framman, verður tað heilt serligt og spennandi fyri okkum at kunna flúgva bæði leikarar og fleiri túsund áskoðarar beinleiðis til Berlin at stuðla føroysku spælarunum við eini stórari føroyskari hondbóltsveitslu.

Gunn Ellefsen sigur um nýggja sáttmálan:
– At hava eitt gott og trygt ferðasamband út í heim er alsamt meira avgerandi fyri okkum, so hvørt sum uppgávurnar hjá okkara landsliðum verða størri og fleiri. Hetta hevur Atlantic Airways leypandi borgað fyri og vóru vit serstakliga fegin um mongu fráferðirnar, sum vóru settar inn í sambandi við EM-endaspælið hjá A-landsliðnum hjá monnum í Berlin í Týsklandi í januar komandi ár.

Sáttmálin er galdandi til 1. januar 2026.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni