U21-menn: Avgjørdu alt í fyrra hálvleiki

Føroysku U21-mennirnir lótu ongan iva vera um, at teir vóru sterkari enn Angola. Føroyar settu seg á dystin frá byrjan og vunnu 34-21, eftir 18-8 í hálvleikinum.

Tað var eitt tendrað føroyskt lið, sum byrjaði dystin og løgdu okkara seg fram um 3-0 eftir 5 minuttir. Tað var skjótt eyðsýnt, at Føroyar var eitt betri lið enn Angola. Angola gjørdu nógvar tekniskar villur, sum okkara vóru dugnligir til at revsa. Elias Ellefsen á Skipagøtu stýrdi føroyska álopinum væl og komu okkara til góðar kjansir so at siga hvørja ferð. Í hinum endanum stóð Pauli Jacobsen sum múrur í fyrra hálvleiki og hevði eitt bjargingarprosent á heili 60, ferð eftir ferð pilkaði hann skotini hjá angolesum. Hálvleiksstøðan var 18-8 til Føroyar og var dysturin so at siga avgjørdur.

Í seinna hálvleiki blivu fleiri av leikarunum, sum kunnu væntast at spæla nógv seinni í kappingini hvíldir, m.a. Elias á Skipagøtu, Pauli Mittún, Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen. Hóast spælið gjørdist heldur rótut um miðjan seinna hálvleik, tá angolesar komu fram at verja, so gjørdu innskiftararnir sítt arbeiði og hildu stand. Bjarni í Selvindi var eyðsýndur í føroyska álopinum, men mátti hann tíverri av vøllinum eftir ein samanstoyt, har hann fekk eina rivu í pannuna. Kristian Jensen úr VÍF kom inn í sínum fyrsta landsdysti og spældi sín fyrsta landsdyst væl og gjørdi fýra mál.

Samanuntikið var talan um ein sera góðan dyst at byrja HM-endaspælið við. Allir leikarar komu á vøllin, heili 12 leikarar gjørdu mál, málverjarnir, Pauli Jacobsen og Aleksandar Lacok, høvdu eitt samlað bjaringarprosent á heili 48% og skoringsprosentið í álopinum var 85.

Eftir dystin var Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin besti leikari í dystinum. Elias spældi ein góðan dystin og var toppskjútti við 8 málum, harav 3 vóru brotskøst. Elias skoraði uppá allar sínar skotroyndir.

Næsti dystur hjá Føroyum er ímóti Japan. Tann dysturin er hósdagin kl. 10.00, føroyska tíð. KVF vísir dystin.

Dystargongdin:
5 min. 3-0
10 min. 6-2
15 min. 11-4
20 min. 14-5
25 min. 16-6
30 min. 18-8
35 min. 21-10
40 min. 25-13
45 min. 26-14
50 min. 28-17
55 min. 29-18
60 min. 34-21

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8 (3)
Hákun West av Teigum 5
Kristian Jensen 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Bjarni í Selvindi 4
Janus Dam Djurhuus 2
Bogi Hansen 2
Pauli Mittún 1
Ísak Vedelsbøl 1
Aleksandar Lacok 1
Brian Slyne 1
Ovi Lützen 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 59%
Aleksandar Lacok 33%

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni