U19-menn: Hesir skulu til HM í Kroatia

Venjararnir Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið hesar 16 leikarar til U19 HM-endaspælið í Kroatia.

Málverjar:
Leivur Joensen, VÍF
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, H71
Rói Seyer Hjaltason, H71
Sofus í Selvindi, StÍF

Høgri vengur:
Niklas Gaard, BSH
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Rókur Ziskason, H71
Høgni Højsted, H71
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Búi Djurhuus Poulsen, GGIF Grindsted
Tróndur Johnsson, VÍF

Málverjavenjari er Ári Dam, fysioterapeut er Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.

Kappingin verður leikt í Kroatia í tíðarskeiðnum 2. – 13. august. Innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Opatje.

Føroyar eru í bólki H saman við Svøríki, Iran og Burundi. Talan er um ein spennand bólk. Svøríki gjørdist nummar 2 í U18 EM-endaspælinum í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 9. Liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini, har Svøríki vann 32-29. Iran gjørdist nummar 2 til asiatiska endaspælið, meðan Burundi gjørdist nummar 4 í afrikanska endaspælinum. Eftir innleiðandi umfarið verður Føroyar sett saman við bólk H, sum telur Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA.

Les meira um kappingina her:
IHF | Competition Home Page

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni