Við orku framá

Effo heldur fram sum stórstuðul hjá HSF. Effo og HSF hava skrivað undir sáttmála og longt verandi samstarv fram til 2026.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, hittust herfyri á høvuðsætinum hjá Effo á Óðinshædd at skriva undir nýggja sáttmálan. Føroyska orkufelagið hevur verið stuðul hjá HSF síðani 2021.

– At sýna samfelagstilvit kennir Effo sum sína ábyrgd, greiðir Gunnar Nielsen frá. – Vit vita, at Hondbóltsambandið ger eitt megnar arbeiði fyri okkara smæstu, ungu og vaksnu – fyri kvinnur og menn. Tað arbeiðið, eru vit í Effo errin av at stuðla. Føroyingar eiga Effo og høvuðsendamál okkara er at veita orku til alt samfelagið. At standa saman um hondbóltin, og at savna tjóðina um ítróttarbrøgd er nakað vit fegin vilja vera við til og spegla okkum í, sigur stjórin Gunnar Nielsen.

– Skulu vit náa okkara málum, um at vera millum tey bestu í heiminum, so er týdningarmikið at land, vinnulív og fólk standa saman um hondbóltin. Vit eru ógvuliga fegin um, at Effo framhaldandi vil vera við á okkara ferð nú nógvar spennandi kappingar eru fyri framman, viðmerkir Gunn Ellefsen.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni