U21-menn: Koppaðu europameistarunum

Føroyar hava aftur skakað hondbóltsheimin!!! Føroyar vunnu ein heilt ótrúligan 34-31 sigur á europameistarunum úr Spania í kvøld eftir hálvleiksstøðuna 21-10 til Føroyar. Føroyar hava hervið vunnið bólkin og taka 2 stig við til meginumfarið.

Tað var eyðsæð frá byrjan, at føroyska liðið hevði lagt eina heilt nágreiniliga leikætlan. Liðið spældi við 7 móti 6 í álopinum og gjørdu okkara hetta til UG allan fyrra hálvleik. Okkara fingu eina dreymabyrjan og vóru longu frammanfyri 10-3 eftir fyrstu 10 minuttirnar. Pauli Jacobsen var stórspælandi í føroyska málinum allan fyrra hálvleik við einum bjargingarprosenti á 53. Í álopinum var Elias Ellefsen á Skipagøtu tann stóri generalurin og vísti sínar dygdir í 7 móti 6 spælið. Ferð eftir ferð spældi hann hinar fríar og gjørdi eisini fleiri frálík mál sjálvur. Hákun West av Teigum var eisini tryggur á høgra vongi og Ísak Vedelsbøl sterki maðurin á strikuni. Spaniólarnir tóktust ótryggir og ráaleysir og gjørdu eisini alt fleiri feilir í álopinum. Føroyska liðið bara økti og fóru til hálvleiks frammanfyri heili 21-10.

Okkara hildu stand fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men um miðjan hálvleik við støðuni 30-20 byrjaðu okkara brádliga at brenna stórar møguleikar og Spania byrjaði at minka um munin. Okkara gjørdu nú nógvar feilir og tóktust ótryggir. Spanski málverjin var spældu heitur, men tað var Pauli Jacobsen tíbetur eisini og var hann maðurin sum helt okkum frammanfyri. Spaniólar tóku Elias á Skipagøtu úr spælinum og ráddi seinastu 10 minuttirnar um at halda stand. Seinastu 5 minuttirnar ernaðust okkara tó aftur, Pauli Mittún tók stýringina í álopinum og hivaðu okkara ein heilt fantastiskan 34-31 sigur heim.

Eftir dystin var Pauli Jacobsen, málverjin hjá Føroyum, kosin besti leikari í dystinum. Pauli stóð ein heilt framúr fyrra hálvleik við 53 í bjargingarprosenti. Pauli var eisini maðurin sum helt Føroyar inni í dystinum seinastu 15 minuttirnar, tá tað gekk ímóti hjá Føroyum. Pauli endaði við einum bjargingarprosent á beint undir 40.

Sunnudagin byrjar dysturin um fjórðingsfinaluplássini. Føroyar møta fyrst Brasil sunnudagin kl. 17.00 og síðani Portugal mándagin kl. 14.45. Føroyar skulu sannlíkt vinna báðar dystirnar fyri at røkka fjórðingsfinaluna.

Les alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her:
IHF | Competition Home Page

Dystargongdin:
5 min. 2-4
10 min. 3-10
15 min. 4-13
20 min. 6-17
25 min. 9-19
30 min. 10-21
35 min. 13-24
40 min. 17-28
45 min. 20-30
50 min. 25-31
55 min. 29-33
60 min. 31-34

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 8 (1)
Ísak Vedelsbøl 8
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (1)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Pauli Mittún 3
Pauli Høj 1
Bjarni í Selvindi 1
Sveinur Olafson 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 39%
Aleksandar Lacok 100%

Endaðu nr. 17 í HM

10. desember 2025

HM-endaspælið er av fyri Føroyar, og er tað greitt, at kvinnulandsliðið endar sum nummar 17 av teimum 32 luttakandi londunum.

EM-liðið úttikið

9. desember 2025

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í januar, sum verður leikt í Danmark, Noreg og Svøríki.

Grannarnir stinnari

6. desember 2025

Ísland hevði meira krút eftir í seinasta dystinum í HM-endaspælinum. Ísland vann 33-30, eftir hálvleiksstøðuna 16-14 til Ísland.

Ein loysn frá Sendistovuni