Nú byrjar U17 EHF Championship

Komandi 9 dagarnar skulu føroysku U17-kvinnurnar kappast í EHF Championship kapping í Baku í Aserbadjan. Fyrsti dystur hjá Føroyum er í morgin, leygardagin, móti Grikkalandi.

Meðan 16 tey fremstu liðini í Europa kappast í EM-endaspælinum, kappast restin av londunum í tveimum sonevndum championship kappingum, har onnur verður leikt í Aserbadjan, og hin í Turkalandi. Vinnarin av báðum kappingunum, vinnur sær pláss í HM-endaspælinum summarið 2024.

10 lið eru við í kappingini í Baku. Liðini eru styrkismett og býtt í tveir bólkar. Tvey tey ovastu liðini koma í hálvfinalurnar, meðan restin skal spæla um plaseringar. Føroyar eru styrkismettar ovast í sínum bólki, sum telur, umframt Føroyar, Spania, Grikkaland, Ísrael og Luksemborg.

Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Leygardagin 5. august kl. 8.15 Føroyar – Grikkaland
Sunnudagin 6. august kl. 12.45 Ísrael – Føroyar
Mikudagin 9. august kl. 10.30 Luksemborg – Føroyar
Hósdagin 10. august kl. 8.15 Føroyar – Spania

Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com. Tað er gratis, men ein skal upprætta sær ein brúkara, sí her: Watch free live Handball Games – EHF TV

Lesið annars alt um kappingina her, úrslit, støður, hagtøl o.a.:
W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni