Gevandi skeið fyri dómaraborð

35 luttakarar vóru á skeiðið fyri dómaraborð í gjárkvøldið.

Evni sum m.a. vóru á skrá, vóru umsiting av talgildu heildarskipanini og dómaraseðlinum hjá HSF. Ári Rouch undirvísti í hesum. Hartil var dystaravgreiðsla, útgerð til dómaraborð og handfaring av mótmælum, sum Margrið Weihe, altjóða eygleiðari, legði fram. Thomas Juul Thomsen, dómari, var eisini við og umboðaði sjónarhornið hjá dómarunum og samskiftið og samstarvið millum dómaraborð og dómarapar.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni