Kemilux nýggjur stórstuðul hjá HSF

Hondbóltssambandið og Kemilux hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har Kemilux verður ein av stórstuðlunum hjá HSF í 2024 og 2025.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Debes Petersen, stjóri í Kemilux, hava í dag undirskriva sáttmálan, sum eisini inniber at Kemilux verður ein av sjónligu stuðlunum á klæðunum hjá landsliðnum.

“Vit hjá Kemilux eru sera errin av føroyska landsliðnum, og sum føroysk fyritøka vilja vit fegin stuðla og samstarva, soleiðis at tað gagnar føroyska samfelagnum. Hondbólturin hevur verið eyðsýndur seinastu árini, og stoltleikin røkkur út til allar Føroyar og varpar ljós á føroyska landsliðið utttanlands. Saman standa vit sterk, og við at stuðla HSF eru vit við til at tryggja gróðrarlíkindi hjá hondbóltinum bæði í Føroyum og uttanlands” sigur Debes Petersen, stjóri í Kemilux.

Gunn Elefsen fegnast um sáttmálan. “Kemilux er ein spennandi føroysk fyritøka, sum framleiðir føroyska sápu í Føroyum. Vit eru ógvuliga fegin um, at tey eisini vilja tryggja og støðugt menna føroyska hondbóltin við at vera stórstuðul hjá okkum komandi 2 árini”sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Sáttmálin er galdandi í 2024 og 2025.

#einreinurvinnari

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni