Greiður sigur á Belgia

Føroysku mennirnir vunnu greitt, 41-31, í tí fyrra av teimum tveimum EM fyrireikingardystunum í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum. Hálvleiksstøðan var 19-16 til Føroyar.

Sum úrslitið boðar frá, var talan um ein málríkan dyst, har føroyska álopsspælið fyri tað mesta koyrdi væl, meðan verjuspælið kundu verið betri til tíðir. Pauli Jacobsen stóð eisini ein frálíkan dyst í føroyska málinum við 35% í bjargingarprosenti.

Tað var annars Belgia, sum byrjaði dystin betri og vóru teir á odda fyrstu minuttirnar. Sterkasta vápnið hjá Belgia tóktist at vera frálíka strikuspælið, sum var vandamikið so at siga allan dystin. Føroyska liðið fekk tó skjótt fatur og løgdu okkara seg á odda, og hildu eina leiðslu á fýra mál. Støðan í hálvleikinum var 19-16. Pauli Jacobsen stóð ein frálíkan hálvleik við fleiri heilt framúr flottum bjargingum. Í álopinum vóru tað serliga spælskiparin, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum á høgra vongi, sum vóru eyðsýndir. Hákun spældi, so at siga, bert fyrra hálvleik, men skeyt hann heili 7 mál hesa løtuna.

Føroyar høvdu eisini tamarhald á dystinum í seinna hálvleiki. Føroyska breiddin tóktist sterkari enn tann belgiska. Gestirnir gjørdu nógvar villir og revsaðu okkara menn við skjótálopum, har Rói Berg Hansen var serliga eyðsýndur á vinstra vongi og fekk heili 8 mál bert í seinna hálvleik. Føroyska liðið økti leypandi í seinna hálvleiki og stóð 41-31 á talvuni tá dysturin var av. Allir á føroyska liðnum fingu spælitíð í dag og vóru eisini heili 13 málskjúttar.

Føroyar og Belgia møtast aftur í annaðkvøld, leygarkvøldið. Dysturin byrjar klokkan 19.30. Útselt er til hendan dystin, men verður hann stroymdur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rói Berg Hansen 8
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8
Hákun West av Teimum 7
Teis Horn Rasmussen 3
Jónas Gunnarson Djurhuus 3
Helgi Hildarson Hoydal 2
Allan Norðberg 2
Kjartan Johansen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Vilhelm Poulsen 1
Ísak Vedelsbøl 1
Rói á Skipagøtu 1
Leivur Mortensen 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 16/45
Nicholas Satchwell 2/4

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni