Tættari í seinna dysti

Belgia gav Føroyum skarpari gang í seinna vinardystinum í Høllini á Hálsi. Føroyar vunnu tó at enda tryggan sigur á 34-29, eftir at Belgia hevði verið á odda 16-15 í hálvleikinum.

Føroyar skuldu arbeiða harðari fyri sigrinum í kvøld, í mun til í gjár. Tað var eyðsæð, at Belgia vildi vaska stórtapið á 10 mál frá í gjár av sær. Tað var soleiðis Belgia, sum var á odda 16-15 í steðginum, og leikaði javnt á stóran part av seinna hálvleiki. Við fleiri góðum bjargingum hjá Nicholas Satchwell í føroyska málinum, betri verjuspælið og neyvari álopsspælið knógvaðu okkara tó sigurin heim í seinastu 15 minuttirnar av dystinum. Úrslitið gjørdist 34-29. Talan gjørdist sostatt um ein gevandi dyst, har okkara vóru settir undir trýst, har venjaratoymið eisini mátti leita eftir loysnum.

Føroyska liðið hevur fingið góðan stuðul hetta vikuskiftið, og hevur verið útselt til báðar dystirnar. Nú bíðar EM-endaspælið í Berlin, har fleiri túsund føroyingar fara at leita sær til Berlin. Spenningurin er stórur undan fyrstu royndini, sum er móti Slovenia hósdagin í Mercedes Benz Arena.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 7 (2)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5
Vilhelm Poulsen 5
Óli Mittún 3
Pauli Mittún 3
Teis Horn Rasmussen 3
Leivur Mortensen 2
Jónas Gunnarson Djurhuus 2
Tróndur Mikkelsen 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Rói Berg Hansen 1 (1)
Kjartan Johansen 1

Málverjar:
Nicholas Satchwell 15/44 (34 prosent)
Pauli Jacobsen kom ikki inn í dag

Dystargongdin:
5 min: 3-3
10 min: 5-4
15 min: 7-5
20 min: 9-8
25 min: 11-11
30 min: 15-16
35 min: 17-18
40 min: 20-20
45 min: 24-22
50 min: 27-25
55 min: 29-27
60 min: 34-29

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni