Vóru við allan vegin

Føroyar vóru við so at siga allan dystin móti Slovenia, men ein vánalig løta í seinna hálvleiki seldi dystin til slovenar, sum vunnu 32-29, eftir javnleik 13-13 í hálvleikinum.

Væluppløgdu føroysku áskoðararnir vóru stóru vinnararnir í dag. Áleið 5.000 í talið stuðlaðu teir okkara monnum heilt ótrúliga. Hvítklædda fjøldin lyfti og stuðlaði okkara monnum frá byrjan til enda – heilt fantastiskt!

Føroyska liðið stóð seg væl í fyrra hálvleiki, og var munurin ongantíð meira enn tvey mál hvønn vegin. Okkara hildu slovenar niðri á 13 málum og høvdu gott tak á stjørnupælaranum á miðjuni hjá Slovenia, Dean Bombac. Føroyska álopsspælið koyrdi hampuliga væl, men vóru eisini ónollur við brendum skotum og tekniskum villum. Føroyar kundi væl havt verið frammanfyri í hálvleikinum, høvdu okkara verið neyvari.

Føroyar byrjaðu seinna hálvleik væl og vóru eitt skifti á odda 17-15. Stígur kom tó tíverri í næstu løtuna og vóru tað slovenar, sum nú runnu undan. Kviki spælskiparin Miha Zarabec kom inn í seinna hálvleiki, og hevði føroyska verjan stórar trupulleikar av honum. Slovenar vóru frammanfyri 28-23, tá tað restaðu 10 minuttir, men megnaðu okkara tó at minka um munin aftur. Við eitt sindur av hepni kundi tað havt blivið heilt spennandi, men stórir kjansir vóru tíverri brendir seinastu løtuna.

Eftir dystin var Hákun West av Teigum kosin besti leikari í dystinum. Hákun spældi ein frálíkan dyst á høgra vongi við 9 málum í 11 royndum.

Næsti dystur hjá Føroyum er leygardagin móti Noreg, sum í dag bukaði Pólland av 32-21. Dysturin byrjar kl. 20.30 lokala tíð, 19.30 føroyska tíð.

Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 5-4
15 min: 6-6
20 min: 7-8
25 min: 10-10
30 min: 13-13
35 min: 16-15
40 min: 19-21
45 min: 21-24
50 min: 23-28
55 min: 27-29
60 min: 29-32

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (3)
Hákun West av Teigum 9
Teis Horn Rasmussen 3
Óli Mittún 2
Vilhelm Poulsen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Leivur Mortensen 1
Rói Berg Hansen 1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 9/32 (28 prosent)
Nicholas Satchwell 1/8

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Gott útgangsstøði

14. mai 2026

Føroyar standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna røkk-støkk dystin um at koma til HM. Føroyar spældu ein taktiskan dyst móti Bosnia-Hersigovina, stýrdu leikferðini og vunnu dystin í verjuni. Pauli Jacobsen stóð ein rimmar dyst í málinum við 18 bjargingum og Føroyar vunnu 24-22, eftir 12-10 til okkara í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni