Tamdu norðmenn

Fyri fullsettari Mercedes Benz Arena skaptu okkara menn eina risa hondbóltssensasjón. Hóast aftanfyri 23-26, megnaðu okkara at koma afturíaftur við einum fantastiskum endaspurti og gjørdist úrslitið javnleikur, 26-26, móti hondbóltsrisaum, Noreg.

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi ein megnardyst og var kosin besti leikari í dystinum. Allan dystin á tamb stýrdi hann føroyska álopinum, sum skifti millum skjótt kontraspæl og kontrollerað 7 móti 6 spæl. Elias javnaði eisini til 26-26 við brotskasti, sum hann sjálvur hevði vunnið í allarseinastu sekundunum, tá hann fiskaði bóltin og síðani var feldur í álopsstøðu. Gleði var øðilig og gekk høllin púra bananas. Sigursrúsurin saman við teimum á leið 4.ooo føroysku áskoðarunum var ikki til at seta orð á.

Dysturin gekk javnt á, men vóru tað norðmenn sum fyri tað mesta omaná við 1-3 málum. Føroyar vann seg til tíðir uppá javnt, men so fóru norðmenn fram um aftur. Føroyar vóru aftanfyri 12-13 í steðginum.

Liðini fylgdust allan seinna hálvleik, men tá Torbjørn Bergerud diskaði upp við nøkrum bjargingum og norðmenn løgdu seg framum 26-23, sá svart út. Men eitt reytt kort til Noreg, gott verjuspæl, góðar bjargingar hjá Paula Jacobsen og effektivt álop hálaði okkum uppaftur, og vit fingu eitt tað størsta hondbóltsúrslitið nakrantíð, 26 -26 móti ein av medaljufavorittunum.

Mánadagin klokkan 17, føroyska tíð, møta Føroyar Póllandi í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Føroyar skulu vinna stórt, samstundis sum Noreg skal tapa móti Slovenia, um Føroyar skulu sleppa víðari til millumspælið. Um hetta ikki hepnast, so hevur tað at blíva nummar trý í bólkinum stóran týdning í mun til styrkismetingina til komandi HM- og EM-undankapping.

Dystargongdin:
5 min: 2-4
10 min: 4-5
15 min: 7-9
20 min: 9-10
25 min: 11-12
30 min: 12-13
35 min: 14-16
40 min: 17-18
45 min: 20-20
50 min: 23-23
55 min: 23-25
60 min: 26-26

Føroyskir málskjúttar:
Teis Horn Rasmussen 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (2)
Hákun West av Teigum 4
Rói Berg Hansen 3
Óli Mittún 3Vilhelm Poulsen 3
Kjartan Johansen 1
Leivur Mortensen 1
Pætur Mikkjalsson 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 4/15 
Nicholas Satchwell 10/25

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni