Roknistykkið undan seinasta umfarið

Tað skal nógv til fyri at Føroyar vinna seg til millumumfarið í EM-endaspælinum. Føroyar skulu vinna móti Póllandi og Noreg skal tapa móti Slovenia. Hartil skulu Føroyar vinnar 14 mál inná Noreg, sum hevur góða málúrtøku eftir 11 málssigurin á Póllandi.

Hetta merkir, at vinna Føroyar t.d. 7 málum móti Póllandi og Noreg tapir við 7 málum móti Slovenia, so eru liðini á jøvnum og fleiri skoraði mál koma at avgerða. Um Føroyar í hesum førðinum vinna við 8, og Noreg tapir við 7, so koma Føroyar við vissu víðari.

Hepnast hetta ikki, so hevur ein sigur á Póllandi allíkavæl sera nógv at siga. Hetta í mun til styrkismetingina til komandi HM play-off dystirnar, sum verða í mai mánaði. Har er tað stórur munur á, um man kemnur í pott 1 ella 2. Enn ein orsøk at stuðla okkara monnum á sama fantastiska hátt, sum føroyska fjøldin gjørdi leygarkvøldið. Upphitingin hesuferð er flutt og verður í Haubentaucher.

Habentaucher liggur bara 1 km frá Mercedes-Benz Arena, tvs. eini 15 min. til gongu. Upphitingin er frá kl. 14-17. Eyðun & Terji og RSP koma aftur at spæla.

Nær: kl. 14-17

Hvar:
Haubentaucher
Revaler Str. 99
10245 Berlin

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni