Skráin fyri Faxe Kondi steypafinalurnar

Komandi vikuskiftið verða Faxe Kondi steypafinalurnar í Høllini á Hálsi. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Finalurnar verða væl dekkaðar av fjølmiðlunum við sjónvarpi, stroyming og tekstafrásøgnum. Kringvarpið sendir kvinnu- og mansfinaluna beinleiðis í sjónvarpinum. Hartil verða skrivandi fjølmiðlarnir eisini á staðnum við tekstafrásøgn og videobrotum.

Allar ungdómsfinalur verða stroymdar á youtube síðuni hjá HSF:
Handball Faroe Islands – YouTube

Leiksskráin
Fríggjadagin 16. februar:
kl. 18.30 G16: VÍF – Neistin
kl. 20.00 D16: H71 a – Kyndil

Leygardagin 17. februar:
kl. 09.00 G10B: Neistin a – H71 b
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: Neistin c – VÍF b
kl. 11.10 D12B: VÍF – ÍA
kl. 12.00 G10A: StÍF a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: SÍF – VÍF a
kl. 13.20 G12A: H71 a – Søljan
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
kl. 16.30 Kvinnur: Kyndil – Neistin
kl. 19.00 Menn: VÍF – Neistin

Sunnudagur 18. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: Stjørnan – VB
kl. 14.30 D14B: Team Klaksvík – KÍF
kl. 15.30 G14A: Kyndil a – Neistin/ÍA
kl. 16.30 D14A: H71 a – Tjaldur a
kl. 17.30 G18: VÍF – H71
kl. 19.00 D18: H71 – Neistin

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni