Erling inn fyri Ísak

Erling Erlendsson úr Kyndli er kallaður inn í A-landsliðshópin fyri Ísak Vedelsbøl, sum hevur fingið ein skaða í seinastu venjingini fyri fráferð til Montenegro.

Erling er eins og Ísak miðverji og strikuleikari. 19-ára gamli Erling er á føroyska U20-landsliðnum og hevur landsliðsroyndir frá U18 og U20 EM-endaspølum og einum U19 HM-endaspælið.

Føroyar møta Montenegro á útivølli í Podgorica sunnudagin kl. 17.00, føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin.

Erling inn fyri Ísak

5. november 2026

Erling Erlendsson úr Kyndli er kallaður inn í A-landsliðshópin fyri Ísak Vedelsbøl, sum hevur fingið ein skaða í seinastu venjingini fyri fráferð til Montenegro. Erling er eins og Ísak miðverji og strikuleikari. 19-ára gamli Erling er á føroyska U20-landsliðnum og hevur landsliðsroyndir frá U18 og U20 EM-endaspølum og einum U19 HM-endaspælið. Føroyar møta Montenegro á […]

Góð byrjan uppá EM-undankappingina

4. november 2026

Við einum flúgvandi Óla Mittún á odda, vunnu Føroyar ein tryggan 37-30 sigur á Kosovo, eftir at Føroyar vóru á odda 20-13 í hálvleikinum. Ein góð byrjan uppá nýggju EM-undankappingina.

Dystarblusa í triðja liti

4. november 2026

Til komandi HM-endaspøl er krav, at luttakandi londini hava tríggjar ymiskt littar blusur at velja í til dystir. Hondbóltssambandið hevur í hesum sambandið latið framleitt eina nýggja blusu í myrkabláum, saman við einum myrkabláum shortsi, sum eitt triðja sett, til bæði menn og kvinnur.

Ein loysn frá Sendistovuni