Við einum flúgvandi Óla Mittún á odda, vunnu Føroyar ein tryggan 37-30 sigur á Kosovo, eftir at Føroyar vóru á odda 20-13 í hálvleikinum. Ein góð byrjan uppá nýggju EM-undankappingina.
Føroyar settu seg á dystin frá byrjan. Við góðum 7 móti 6 spæli, komu okkara lætt til málini, meðan Kosovo skuldi stríðast meira fyri at hanga í. Var møguleikin til staðar, koyrdi okkara eisini skjótt fram eftir vøllinum og fingu okkara eisini fleiri løtt mál, har kosovar ikki náddu at koma uppá pláss í verjuni. Óli Mittún var ein áhaldandi hóttan, og gjørdi hann ikki málini sjálvur, brillieraði hann við góðum assistspæli, sum Leivur Mortensen m.a. gjørdi sær dælt av. Leivur skoraði uppá allar sína kjansir í dag, 6 mál uppá 6 kjansir. Føroyar øktu so líðandi og var støðan í hálvleikinum 20-13.
Dysturin kendist avgjørdur og øktu okkara og vóru frammanfyri við 12 málum um miðjan seinna hálvleik, 33-21. Føroyar skiftu nógv út og var úrtøkan nakað misjøvn seinastu løtuna, har heldur nógvir málmøguleikar vóru brendir. Sigurin var tó ongantíð í vanda, hóast Kosovo minkaðu um munin aftur til endaligu støðuna 37-30.
Samanumtikið ein sera góð byrjan uppá nýggju EM-undankappingina. Sunnudagin verður annar dysturin í kappingini, móti Montenegro, sunnudagin kl. 17.00. Kringvarpið vísir dystin.
Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8
Hákun West av Teigum 7
Leivur Mortensen 6
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (4)
Ísak Vedelsbøl 3
Allan Norðberg 2
Vilhelm Poulsen 2
Bjarni í Selvindi 1
Pauli Høj 1
Rói á Skipagøtu 1
Teis Horn Rasmussen 1
Málverjar:
Pauli Jacobsen, 45 min., 7 bjargingar, 24%
Aleksandar Lacok, 15 min., 1 bjarging, 14%




