Ongin søla við dyrnar!

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Stórur áhugið er fyri landsdystinum ímóti Kosovo, ið verður spældur mikukvøldið kl. 19:00 við Tjarnir. Tað er útselt av sitiplássum til dystin, men nøkur hundrað standipláss eru tó framvegis tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Fyri at tryggja, at ongin kemur í høllina til fánýtis verður ongin søla við dyrnar í annaðkvøld, men einans á netsøluni, ið fer fram á www.tjarnir.fo.

Dyrnar við Tjarnir lata upp kl. 17.00 í morgin. Í høllini verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka, eisini verður andlitsmáling, søla av fjepparalutum og tónleikur.

Roknast kann við, at nógv ferðsla verður til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð, tí royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði ferðsluni og parkeringsplássunum undan dystinum.

Ongin søla við dyrnar!

3. november 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt. Stórur áhugið er fyri landsdystinum ímóti Kosovo, ið verður spældur mikukvøldið kl. 19:00 við Tjarnir. Tað er útselt av sitiplássum til dystin, men nøkur hundrað standipláss eru tó framvegis tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt. […]

Nýggjur sermerktur landsliðsjakki

30. oktober 2026

Tey ið sóu kvinnulandsliðið spæla móti Eysturríki síðsta vikuskiftið, løgdu kanska til merkis, at kvinnurnar vóru klæddar í nýggjum merkisverdum jakka undan dystinum og til upphitingina.

Sannførandi sigur á Eysturríki

24. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu tenn og góða breidd í seinna vinardystinum móti Eysturríki. Okkara vístu seg sera ágrýtnar og málsóknar og vunnu sannførandi 32-27, eftir at Føroyar vóru á odda 13-12 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni