Lutakast hósdagin kl. 15.30

Í morgin, hósdagin kl. 15.30, føroyska tíð, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.

Lutakastið kann stroymast á ehfttv.com og Home of Handball á youtube.

Føroyar eru styrkismettar sum nummar 20 í Europa í løtuni og verða sostatt í potti 2 av 4 til lutakastið.

Raðfylgjan fyri styrkismetingin sær soleiðis út:
Pottur 1: Týskland, Spania, Ungarn, Ísland, Kroatia, Slovenia, Portugal, Niðurlond

Pottur 2: Eysturríki, Montenegro, Serbia, Pólland, Kekkia, Norðurmakedonia, Føroyar, Grikkaland

Pottur 3: Bosnia Hersegovina, Slovakia, Belgia, Sveis, Rumenia, Litava, Ukraina, Italia

Pottur 4: Finnland, Ísrael, Estland, Georgia, Turkaland, Luksemborg, Kosovo, Lettland

EM-endaspælið í 2026 verður leikt í Danmark, Noreg og Svøríki.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni