Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.

Bólkarnir:
Bólkur 1: Slovenia, Norðurmakedonia, Litava, Estland
Bólkur 2: Ungarn, Montenegro, Slovakia, Finnland
Bólkur 3: Ísland, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, Georgia
Bólkur 4: Spania, Serbia, Italia, Litava
Bólkur 5: Kroatia, Kekkia, Belgia, Luksemborg
Bólkur 6: Niðurlond, Føroyar, Ukraina, Kosovo
Bólkur 7: Týskland, Eysturríki, Sveis, Turkaland
Bólkur 8: Portugal, Pólland, Rumenia, Ísrael

Tað er langt síðani at Føroyar hava møtt Niðurlondum. Í 1984 møttu Føroyar Niðurlondum í C-HM kappingini. Tá taptu Føroyar 12-24. Í C-HM í 1986 taptu Føroyar heili 13-35.

Føroyar hava møtt Ukraina heili 5 ferðir síðani 2018. Føroyar hava tapt 4 ferðir, men vunnu greitt seinast 33-26.

Føroyar hava møtt Kosovo tríggjar ferðir og vunnið hvørja ferð. Í 2015 vunnu Føroyar 36-30 í Emerging Nations kappingini í innleiðandi bólkaspælinum og møttu teimum aftur í hálvfinaluni, og tá vunnu Føroyar 31-23. Í 2017 møttust Føroyar og Kosovo aftur í Emerging Nations hálvfinaluni, ið tá var leikt í Bulgaria. Føroyar vunnu dystin 33-30.

Fyrsti dystur í kappingini verður á heimavølli móti Kosovo mikudagin 6. november.

EM-endaspælið, ið verður leikt dagarnar millum 15. januar og 1. februar í 2026 hevur fýra leikvøllir. Teir eru Telenor Arena í Oslo, Jyske Bank Boxen í Herning, Malmö Arena í Malmö og Kristianstad Arena í Kristianstad.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni