U-landsliðini saman á páskum

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Felagið BK Ydun úr Danmark er eisini í Føroyum á vitjan og skulu tær spæla trýggjar venjingardystir móti U08-kvinnulandsliðnum

Dystirnir vera spældir hesar dagar.
Mánadagin, 25. mars, kl 18.15, Hoyvíkshøllin
Mikudagin, 27. mars, kl 17.15, Høllin á Argjahamri
Hósdagin, 28. mars, kl 18.30, Høllin á Hálsi

Fleiri spennandi uppgávur bíða føroysku ungdómslandsliðunum. Øll U-landsliðini skulu spæla móti Íslandi 1. og 2. juni. U08-kvinnur skulu seinni til Svøríkis at spæla sínu fyrstu almennu kapping, European Open, í døgunum 1. – 5. juli. U06- og U04-menn skulu spæla EM-endaspøl. U04-mennirnir fara til Slovenia í døgunum 10. – 21. juli, har teir eru í bólki saman við Spania, Fraklandi og Sveis. U06-menn skulu spæla í Montenegro í døgunum 7. – 18. August, og eru teir í bólki saman við Íslandi, Montenegro og Italia.

EM-endaspælið staðfest

9. apríl 2026

Við tað at Montenegro sigraði 34-26 á Portugal í kvøld, er tað endaliga staðfest, at føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg til EM-endaspælið.

Sámal Paulason – trumman, ið ber landsliðið fram

9. apríl 2026

Tá føroyska kvinnulandsliðið fór á vøllin í gjár, var tað ikki bara spælið, sum merkist, tað var eisini stemningurin rundanum. Mitt í hesum stóð Sámal Paulason, við trummuni í hond, og skapti ein stemning fyri bæði spælarar og áskoðarar.

Gallaveitslan 2026

9. apríl 2026

Gallaveitslan 2026 verður leygardagin 23. mai kl. 18.00 í Varpinum í Klaksvík við Stjørnuni sum fyriskipara.

Ein loysn frá Sendistovuni