A-landsliðið hjá monnum úttikið

Hesir 16 skulu møta Norðurmakedonia og spæla um eitt pláss í HM-endaspælinum.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hava úttikið hesar 16 leikarar, pluss tveir eyka, sum koma at venja við, tí onkur leikari hevur onkran smásnudd at dragast við.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

HM play-off dystirnir móti Norðurmakedonia verða leiktir mikudagin 8. mai kl. 19.00 í Høllini á Hálsi og sunnudagin 12. mai kl. 18.00 í Boris Trajkowski høllini í Skopje. Tað er útselt til heimadystin í Føroyum.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni