Stroymið U18-landsdystir

Hósdagin fer U18-landsliðið hjá monnum til Týsklands, har liðið fer at fyrireika seg til EM-endaspælið við trimum dystum í Lübeck.

Fyrireikingarkappingin er Nations Cup, sum verður leikt í sambandi við Handball Days í Lübeck í Týsklandi í døgunum 27. – 30. juni. Skráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Hósdagin 27. juni kl. 19.30 Føroyar – MTV Lübeck
Fríggjadagin 28. juni kl. 17.30 Føroyar – Týskland
Sunnudagin 30 juni kl. 11.00 Føroyar – Niðurlond
Dystirnir verða stroymdir og eru tíðirnar omanfyri føroyskar. Leinkja til skrá, atgongumerki og atgongd til stroyming her: Nations Cup – Spielplan | Handball Days

Tað kostar 5.99 euro at stroyma hvønn dyst.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni