U17-kvinnur skulu til EM2025

Tað er nú greitt, at U17-kvinnurnar hjá Føroyum skulu til EM-endaspælið í juli/august 2025 í Montenegro. U17 eru gentur føddar í 2008 og 2009.

Hetta er nú greitt, eftir at EHF hevur kunngjørt styrkismetingina fyri U17-kvinnur, har Føroyar er styrkismettar sum nummar 21. 24 lond luttaka í EM-endaspælinum, ovastu 20 londini sleppa beinleiðis til kappingina, meðan 4 tey seinastu plássini verða avgjørd við undankapping. Tá Russland, sum er styrkismett sum nummar 19, er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, sleppa Føroyar beinleiðis til endaspælið, sum verður leikt í Montenegro í juli og august í 2025.

Føroysku U17-kvinnurnar (U16 í løtuni) leiktu fyri stuttum sínar fyrstu landsdystir, har tær vóru í Íslandi og spældu tveir vinardystir. Føroyar taptu tá 25-24 og 32-23 fyri Íslandi. Næsta uppgávan verður European Open, sum byrjar 1. juli í Gøteborg. Føroyar eru í bólki saman við Kroatia, Noreg, Íslandi og Litava.

David Edvardsen og Tróndur Kragesteen eru venjarar hjá U17-landsliðnum hjá kvinnum.

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

Ein loysn frá Sendistovuni