Nú byrjar U18 EM-endaspælið

Komandi mikudag byrjar U18 EM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Podgorica í Montenegro.

Føroyski hópurin telur hesar leikararnar:

Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF

Vinstri vongur:
Jákup Egholm, H71

Høgri vengur:
Magnus Árason, GOG Svendborg
William Napoleon Djurhuus, H71

Strikur:
Helgi Jakob Haldorsson, H71
Erling Erlendsson, Kyndil
Jón Eyðunsson Midjord, H71

Bakspælarar:
Filip Haldansen, VÍF
Pauli Rasmussen, StÍF
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, Bjerringbro-Silkeborg
Haraldur Karlsson, H71
Fríði Holm í Innistovu, VÍF
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Magnus Rubek Carlsen, H71

Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Montenegro og Italia. Føroyar hava møtt Íslandi 4 ferðir í hesum árganginum. Ísland hevur vunnið allar 4 dystirnar, men hevur málmunurin ikki verið stórur. Montenegro hevur ikki spælt nakran altjóða skrásettan dyst við hesum árganginum enn, og tískil fyriliggur eingin meting av hesum liðnum. Italia vann seg til EM-endaspælið við at vinna á Litava og spæla javnleik móti Grikkalandi í undankapping.

Vinnarin úr hvørjum bólki kemur at spæla um plássini 1-8 saman við tveimum teimum bestu tvey´arunum, annar úr einum av bólkunum A, B og C, og hin úr einum av bólkunum D, E og F. Hesi liðini spæla um medaljur og eru tryggjaði HM-pláss í 2025.

Fýra teir verru tvey´ararnir koma víðari at spæla um plássini 9-16 saman við 4 teimum bestu trý´arunum. Hesi londini spæla eftirverandi HM-pláss, sum eru 7, møguliga 8, um Slovenia er í topp 15 í kappingini.

Tveir teir ringastu trý´ararnir og teir 6 fýrarar´nir koma at spæla um plássini 17-24. Hesi spæla um møguliga niðurflyting, trý lið rykkja niður.

Innleiðandi dystarskrain hjá Føroyum sær soleiðis út:

Mikudagin 7. aug. kl. 18.30 Ísland – Føroyar
Hósdagin 8. aug. kl. 16.00 Føroyar – Montenegro
Leygardagin 10. aug. kl. 11.00 Føroyar – Italia

Ert tú staddur í Føroyum, ber til at síggja dystirnar hjá Føroyum á live.hsf.fo, har ein dystur kostar 39 kr., um tú ikki hevur mánaðar- ella árshald. Ert tú staddur aðrastaðni í verðini, verða dystirnir vístir soleiðis sambært EHF:

  • GER, AUT, SUI, NOR, DEN, SWE, FRA, ISL: Solid Sport (https://handball-globe.tv/)
  • HUN, CZE, SVK – Sport 1
  • Aðrastaðni: EHFTV.com

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni