Atgongumerki til Ukraina – Føroyar

Fyri einari tíð síðani var greitt, at EM-undankappingardysturin millum Ukraina og Føroyar verður leiktur í Vilnius í Litava, sunnudagin tann 10. november 2024 kl. 15:00.

Um tit ynskja at tryggja tykkum lut í føroysku atgongumerkjunum, kunnu tit boða frá á hsf@hsf.fo, hetta í seinasta lagi sunnudagin 13. oktober. Vinarliga viðmerkið, hvussu nógv atgongumerki tit ynskja. Kostnaðurin fyri atgongumerki er 12,00 evrir.

Dysturin millum Ukraina og Føroyar leiktur í Twinsbet Arena Vilnius. Talan verður um tveir dystir í høllini hendan dagin, tí Litava og Norðurmakedonia spæla aftaná okkara dyst.

Stór European Cup vika

29. september 2026

Spennandi European Cup vika er fyri framman fyri kvinnuliðini hjá Neistanum og H71. Neistin skal av landinum og møta tær KHF Samadrexha í Kosovo, meðan H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini. Í báðum førðunum liggja dystirnir fríggjadagin og leygardagin.

Atgongumerkjasøla Føroyar – Kosovo

28. september 2026

Mánadagin 5. oktober 2026 kl. 10.00 koma atgongumerkini til fyrsta dystin í EM undankappingini hjá monnum millum Føroyar og Kosovo til sølu. Dysturin verður mikudagin 4. november 2026 kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Ein loysn frá Sendistovuni