Atgongumerkjasølan gongur væl

Komandi vikuskiftið vera Faxe Kondi steypafinalurnar við Tjarnir. Stórur áhugið er fyri finalunum og gongur atgongumerkjasølan sera væl til kvinnu- og mansfinaluna.

Sannlíkindi eru fyri, at tað verður útselt áðrenn leygardagin og verður í so fall eingin søla við hurðina. Atgongumerkini fáast til sølu á atgongumerki.fo.

Atgongumerkini til steypafinalurnar eru ikki til ávís setur, men verður víst til at Kyndil og Neistin sita á eystar síðu til kvinnufinaluna, hareftir at teirra áskoðarar skulu flyta yvir um á vestaru síða, um tey ynskja at síggja mansfinaluna eisini. Áskoðararnir hjá VÍF og H71 kunnu hareftir sessast á eystaru síðu til mansfinaluna.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni