H71-kvinnur føroyameistarar 2025

H71-kvinnur tryggjaðu sær í kvøld SMS FM-heitið 2025, hetta eftir eina spennandi fjórðu finalu móti Kyndli. Eftir at tær gjørdust nr. 2 í grundspælinum, vunnu H71 nú tríggjar finalur, meðan Kyndil vann eina.

Í fullsettari Hoyvíkshøll sóu áskoðararnir ein tættan og spennandi dyst. Kyndil legði seg á odda fyrstu minuttirnar, men komu H71 skjótt inn í dystin og vóru omaná so at siga allan dystin. Kyndilskvinnur bardu seg uppá javnt nakrar ferðir. Tá 17 minuttir restaðu var støðan 17-17, men vóru tað H71 sum struku avstað eftir hetta. Kyndil satsaði seinastu løtuna við at verja offensivt, men megnaðu tær ikki at heinta leiðsluna, H71 vann 26-24. Hetta er triðju ferð at kvinnurnar hjá H71 vinna FM.

Úrslitini í finalunum vóru hesi:
27.04.25 Kyndil – H71 24-29
30.04.25 H71 – Kyndil 29-27
03.05.25 Kyndil – H71 33-32
07.05.25 H71 – Kyndil 26-24

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni